Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í framtíðini verður dronan ein sjúkrabilur

Danial Viðoy

Dronan kann ikki bert taka myndir, hon kann mennast til nógv annað. Nú er ein hjartastartara-drona ment og kann hendan innan fáar minuttir bjarga lívið.

Dronan kann ikki bert taka myndir, hon kann mennast til nógv annað. Nú er ein hjartastartara-drona ment og kann hendan innan fáar minuttir bjarga lívið.

Ein universitetslesandi hevur ment eina ætlan, sum gevur sjúkrahúsum møguleikan at sleppa fram til ein vanlukkustað væl skjótari enn tað er møguleiki fyri í núverandi stund. Ein drona er skjótari, ið hvussu er í einum býi við nógvari ferðslu, tí dronan kann ferðast uppi í luftini.

Dronan, sum viðkomandi hevur ment, hevur ein innbygdan hjartastartari. Umframt hetta eru kamera og hátalari innbygt. Hetta gevur lækna ella sjúkrasystur møguleikan at samskifta við tann, ið skal bjarga lívi.

Tað er eingin ivi um, at hetta kann rigga væl í stórbýi í Danmørk ella aðrastaðni. Floglíkindini eru eisini tíðum góð í Danmørk. – Í Føroyum er veðrið óstøðugt og tað kann væntandi tálma hesum møguleikanum í Føroyum.

Í løtuni verður dronan royndarkoyrd í Belgiu og Niðurlondum.

Síggj VIDEO HER