Við Levi Joensen, Hans Paula Purkhús og Árna Zachariasen í Eystaru Hálsum eftir fitilendisveðri.
Slaktið er byrjað nógvastaðni og teir, ið hava góðar hjallar og tora at fletta tíðliga eru sjálvsagt byrjaðir. Vit fýra fóru ídag eftir einum veðri, sum Levi Joensen hevði slept upp í ár í Eystaru Hálsar í Kunoyar Nakki.
Hetta fitilendisøkið hevur ikki verið brúkt seinastu nógvu árini, men í ár hevur Levi Leiga økið frá kunoyingum og haraldssundsmonnum.
Vit fingu veðrin, ein ótrúligan túr og nógvar myndir.
Um tað hevur áhuga, so fara vit seinni at leggja tekstir til myndirnar inn og tískil nakað um fjalgongu har myndirnar eru frá.
Men til tað tíð ber til at njóta myndirnar.




