Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld eiga mannfólkini tørn

(Høgni Klakkstein)

Nú ræður um at kvika sær – helvtin av atgongumerkjunum eru longu bíløgd

Herfyri var Atlantis karmur um eitt fullsett og spennandi temakvøld fyri kvinnur.
Í kvøld verður eitt spennandi mannfólkakvøld.
Hvat vilja kvinnur hava í dag? Tað koma ikki minni enn tveir sexologar at greiða frá og hugleiða um. Danska Katrine Berling Christensen, sexologur, sum eisini skrivar fyri Ekstrablaðið og okkara egna Elin í Stórustovu.
Menninir fáa vælkomstdrink og pinnamat. Helena Sundsskarð frá Artharmonia fer at greiða frá ymiskum møguleikum, tá ið talan er um at "justera" kroppin. Sexleikur og mótasýning við mannfólkamóta og mangt annað spennandi verður eisini á skránni.
Vertur fyri kvøldið er tann altíð so væl upplagdi Gunnar Nolsøe. 
Tiltakið verður í Atlantis í kvøld 27. november kl. 20:00
Einans menn yvir 18 ár hava atgongd!  

P.S. Mannfólkakvøldið, sum verður í Atlantis í kvøld, er fyri menn. Striptease og líknandi er fyri óvitar og følnaðir gamlir menn! 😉

Tiltakið er stuðlað av: Føroya Bjór, Cre8, Mallco, KBI og Føroya Keypssamtøku.

Atgongumerki kunnu bókast á heimasíðuni hjá atlantis – atlantis.fo.