Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld skal slagið standa

Danial Viðoy

Hondbóltur, Keypmannahavn: Tað er í kvøld at besta mansliðið hjá ÍF Føroyum skal hitta lið úr næstbestu deildini í steypadysti.

Hondbóltur, Keypmannahavn: Tað er í kvøld at besta mansliðið hjá ÍF Føroyum skal hitta lið úr næstbestu deildini í steypadysti.

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum hevur tikið nógv á bóli í ár. Tí í steypakappingini hava teir tvær ferðir sent lið úr triðbestu donsku deildini úr kappingini. Í kvøld skulu teir so aftur royna at skriva søgu.

Dysturin byrjar klokkan 19.30 danska tíð. Nógv fólk hava víst tiltakinum/dystinum áhugað á Facebook, heili 70 føroyingar hava í hyggju at stuðla føroyska liðnum í kvøld.

Liðið, sum ÍF Føroyar møtir í kvøld, eitur Høj og spælir dagliga í 1. división, sum er næstbesta deildin í donskum hondbólti.

Frágreiðing um donsku hondbóltskappingina er at síggja í HESI GREININI.

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum hevur annars longu tryggja sær uppflyting og kemur so statt at spæla í 3. división komandi kappingarár.