Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld verður dystur ímóti Hollandi

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá KÍ, sum í hesum døgum eru í Hollandi og leika Europa Cup, skulu kl. 18 okkara tíð í kvøld royna seg ímóti hollendska liðnum Teer Leede.

Vit frætta at allar hava tað gott og eru við gott mót og lata heilsa heima. Dagurin í gjár fór mest við hvíld og lættari venjing, har jogga var ígjøgnum býin og eisini spældu tær kurvabólt á strondini. Hitin var nógvur, eini 30 hitastig.
Norðlýsið fer at fylgja gongdini á heimasíðuni. Holland vann annars sín fyrsta dyst móti í kappingini móti Moldavia við 9-0 ímeðan okkara taptu sum kunnugt móti ensku kvinnunum úr fulham við 8-0, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer ídag.