Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld verður lív í býnum í Klaksvík

Kunningarstovan

Í samband við vitjanina av ferðamannaskipinum Queen Victoria, hevur Klaksvíkin spílað seg út. Stóra og fjølbroytta skráin bjóðar nakað til øll, so kom ein túr til Klaksvíkar í kvøld.

Í samband við vitjanina av ferðamannaskipinum Queen Victoria, hevur Klaksvíkin spílað seg út.

Stóra og fjølbroytta skráin bjóðar nakað til øll, so kom ein túr til Klaksvíkar í kvøld.

Gepetto grillar lambskjøt á Biskupstorgi kl 17 – 22

Handlar hava opið til kl 23, og bjóða 20% avsláttur av útvaldum vørum við avsláttarlepa úr vikublaðnum.

Innandura marknaður verður í skálanum, við heimagjørdum føroyskum lutum, umframt kaffi/te, mati o.a. kl 17 – 22.

Treysti skipar fyri gongu/rennitúri. Upphiting verður við tónleiki á Biskupstorgi kl 19 – 20

Norðoya Heimavirki skipar fyri mótasýning á Biskupstorgi kl 19.30

Kaffistovan Archie’s Studio hevur opið til kl 22, og Kristina Joensen málar live kl 19 – 21.

Klaksvíkar Dansifelag dansar føroyskan dans kl 20 í spaniastovu, og kl 20.30 á Biskupstorgi

Í spaniastovu verður livandi tónleikur við Jógvan Andrias Joensen og Hanus G. Johansen kl 20.30 – 21.30

ABC Barnahjálp hevur opið til kl 23, og kl. 21.30 framførir Herborg Hansen

Livandi tónleikur á Biskupstorgi frá kl 21 – Túnadansur