Leiðslan hjá KÍ í 1.deild er minkað niður í næstan einki og tað merkir, at KÍ má fáa stig í kvøld fyri at varðveita oddasessin.
Mótstøðuliðið er B71, sum seinastu vikuna hevur styrkt sær um liðið við 39 ára gamla málslúkinum Clayton Soares, sum hevur skorað nógv mál í føroyskum fótbólti. Hann spældi sín fyrsta dyst seinasta vikuskiftið og skoraði bæði málini í 2-0 sigri hjá B71. Hansara sonur er eisini komin til B71 og spældi somuleiðis frá byrjan seinast.
KÍ er oddalið við 45 stigum, meðan ÍF er nummar 2 við 42 stigum. B71 er nummar 6 við 24 stigum.
Dysturin byrjar kl. 19.15.


