Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í Leirvík fyri 200 árum síðani

Tíðindaskriv

Í kvøld – týskvøldið – verður kvøldseta á Báta- og Listasavninum í Leirvík. Martin Fjallstein sigur frá við myndum og frásøgn um bygdina og lívskorini eftir ár 1800, tá ið nógvar broytingar hendu. Frásøgnin hevur heitið “Í Leirvík fyri 200 árum síðani – Ein gongutúrur av Toftanesi, heim til Garðs og út á Áargarð umleið 1814-15”. Sagt verður frá húsum og fólki á leiðini. Eisini verður sagt frá um bøin og hagan, um bátar og neyst, um bøndur og ognarmenn og um børn og ungfólk.

Martin Fjallstein hevur seinastu árini skrivað og útgivið Leirvíkar Søgu, sum er í 5 bindum.

Kvøldsetan byrjar kl. 19:30. Kostnaður er 30 kr. fyri vaksin. Eisini verður felagssangur og ein drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin.

Harleyfacadeacryl