Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í løtuni flytur 07Vestur ikki niður

Jákup Ósá

Støðan í 1.deild í løtuni ger, at hevði kappingin endað í dag, so hevði bara eitt lið flutt niður.

Støðan í 1.deild í løtuni ger, at hevði kappingin í 1.deild endað í dag, so hevði bara eitt lið flutt niður.


Nýggjur spenningur er við at taka seg upp í Effodeildini. Hetta kemst at, at fleiri av teimum bestu liðunum í 1.deild ikki kunnu flyta upp í løtuni.


Grein 7 í kappingarreglunum sigur hetta:

Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í Meistaradeildini, flyta niður í 1. deild. Nr. 1 og 2 í 1. deild flyta upp í Meistaradeildina. Eru hesi feløg frammanundan umboðað í Meistaradeildini, verður nr. 3 at flyta upp. Er felagið frammanundan umboðað í Meistaradeildini, verður eingin upp- ella niðurflyting hetta árið.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr Meistaradeildini, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í Meistaradeildina, verður niðurflyting úr Meistaradeildini at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 1. deild verða at flyta í 2. deild

“Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.”

Støðan í 1.deild í løtuni – eftir at FC Suðuroy hevur vunnið kæruna móti KÍ – er hendan:

1.HB                  33 stig

2.B68                29 stig

3.B36                24 stig

4.FC Suðuroy    23 stig

5.Víkingur        22 stig

6.Skála              21 stig

7.KÍ                   20 stig

8.B71                14 stig

9.EB/Streymur 13 stig

10.TB                13 stig

Av hesum liðunum eru tað einans B68, FC Suðuroy, Skála og B71, ið kunnu flyta upp. Men í løtuni er tað bara B68, ið liggur í topp 3 og harvið sleppur at flyta upp. Men bæði FC Suðuroy og Skála hava ikki langt upp til nummar 3, sum í løtuni er B36. So støðan í 1.deild er rættuliga áhugaverd og spennandi at fylgja við í løtuni. Kanska serliga fyri fólkini kring AB og 07Vestur.


Kapping millum 07Vestur og AB

Tískil hevði tað hent, um kappingin endaði í núverandi støðu, at bara eitt lið hevði flutt niður úr Effodeildini. Har er AB í løtuni niðast, men munurin upp til 07Vestur er bara eitt stig. Tí kemur uttan iva eisini ein innanhýsis kapping at vera millum AB og 07Vestur komandi umførini, hóast tey møguliga eisini framyvir fara at hava langt upp til nummar 8 á stigatalvuni.