Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í morgin fellur dómur í Landsrættinum har KVF krevur at rætturin broytir lemjandi dómin í Føroyarætti

John William Joensen

Líkamikið niðurstøðuna hjá Landsrættinum í morgin, so er merkisvert hvussu KVF hevur hóreiggja sær í hesum málinum. At hava vakið eygað við makthavarunum er týdningarmikið. Men tá ein stovnur sum KVF noktar at senda frá tíðindafundi har tann, sum tey hava ákært fyri tollsvik, sigur sína søgu er merkisvert. Harafturat samskipaði Kringvarp Føroya tíðindaflutningin við politisku andstøðuna og framskundar eina ”dokumentar-sending” fram um ein tingfundi har andstøðan leggur fram eitt misálit á persónin sum KVFviðger í sendingini. Hetta vísir hvussu hentir og vandamiklir sjournalistar vóru í hesum málinum.

Tað er ikki ókent at sjournalistar lugta blóð og fara í sjálv sving – og er júst hetta málið eitt gott dømið um hetta.

Grundarlagið fyri dóminum eru júst fjølmiðla etisku reglurnar og ásetingar í Evropeisku mannarættinda konventiónin har tað stendur ….. Enhver, der anklages for en lovovertrædelse, skal anses for uskyldig, indtil hans skyld er bevist i overensstemmelse med loven…..

At KVF baði áðrenn og eftir at dómin hevur lagt upp til at dómurin fór at ávirka talufrælsið og hvussu miðlar kunnu loyva sær at virka í framtíðini er fullkomiliga burtur við. Men KVF skal eins og øll onnur virða at talifrælsið er undir ábyrgd.

Formaðurin í Kringvarpsstýrinum hevur ført fram at uppgávan hjá KVF er at hava eftirlit við valdsharrunum og tað er púra rætt. Men dómurin í Føroyarætti sker út í papp at KVF í hesum málinum ikki einans hevur átikið sær at hava eftirlit og lýsa mál – men er farið nógv longur og hevur dømt persón fyri lógarbrot – enntá móti betri vitan.

Dómurin í landsrættinum í morgin kann bjarga KVF um hann verður ørvísið enn í landsrættinum, men eftir stendur at ein tann mest grundleggjandi reglan….. Eingin er sekur, fyrrenn hann er dømdur…. varð sett til viks tá KVF og aðrir miðlar ferð eftir ferð søgdu at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tollið.

Politisku avleiðingarnar

Eftir at Kaj Leo Holm Jóhannesen tók avgerð um ikki at koyra Jørgen Niclasen valdi KVF at karaktermiðra løgmann og fylgdi fyrrverandi flokksforkvinnu meðan hon alment meldaði seg úr Sambandsflokkinum eftir at hava sæð skelkandi sendingarnar í KVF.

Karaktermiðringin av fyrrverandi løgmanni var ein høvuðs orsøk til at veljarin misti álitið á ”fyrrverandi valdsharrunum” men alt hetta er farið í gloymskuna nú landsrætturin ger niðurstøðu í einum málið sum lítlan og ongan áhugað hevur longur.

Spennandi verður tó at síggja hvussu fjølmiðlar fara at eftirmeta tollmálið men málið far neyvan politiskar avleiðingar tí politikkur er ikki afturlítandi uttan so at tað gagnar politikarum og sum politiska landslagið nú er samansett er tað neyvan nakar sum fær fyrimun av at rógva afturá miðla umrøðuna av tollmálinum.

Dómurin verður framlagdur fyrrapartin í morgin í landsrættinum.