Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í morgin skulu føroysku talv-umboðini í NM-kappingini finnast: 8 av teimum yngru í KTF verða við í seinastu úttøkukappingini til NM

Oliver Joensen

Leygardagin fara gott 30 útvaldir telvarar at kappast um plássini at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingini fyri yngri telvarar komandi summar, har 2 føroyingar sleppa við í hvørjum aldursbólki.

Síðsta og endaliga úttøkukappingin verður í hølum Havnar Telvingarfelags í morgin, leygardagin 30. november 2002. Byrja verður kl. 1100.
Í aldursbólkunum B (86-87), C (88-89), D (90-91) og E (92 og yngri) verða 8 luttakarar í hvørjum bólki, telva verða 6 umfør, og umhugsunartíðin í hvørjum talvi 30 min. hvør.
Steyp verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki, og nr. 1 og 2 koma við til NM2003.
Teir telvarar, ið hava kvalifiserað seg til endaligu úttøkuna, eru hesir:
1986-87:
Rani Baldursson (KTF), Sjúrður Thorsteinsson (Tvøroyri), Jóhan Hendrik Ellefsen (MT), Olaf Berg (HT), Tummas Hans Rubeksen (HT), Andras Ortind (Sørvág) og Per Jacobsen (GT).
1988-89:
Fríðbjartur D. Olsen (HT), Heri Thomsen (GT), Rógvi Mortensen (HT), Andras Mikkelsen (GT), Ingi W. Joensen (MT), Sam Jacobsen (GT), Henry Berg (HT) og Bjarni Jacobsen (HT).
1990-91:
Rógvi Dragaberg (KTF), Helgi D. Ziska (HT), Margar Berg (HT), Dia Guttesen (GT), Dánjal P. Jacobsen (KTF), Eilif Arge (KTF), Bogi Hansen (KTF) og Regin Sivertsen (KTF).
1992 og yngri:
Eli N. Leifsson (KTF), Hjalti Toftum (HT), Magnus Dánjalsson (KTF), Rógvi E. Nielsen (ST), Johan Vørmadal (VT), Jógvan E. Joensen (VT), Heiðrikkur Jacobsen (HT) og Bárður Jacobsen (KTF).