Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í morgin verður lutakastið til play-off hjá KÍ

Jákup Ósá

Í morgin fær KÍ sítt mótstøðulið at vita í play-off í antin Champions League ella Evropa League.

 

Í Champions League er vinnarin av KÍ-Molde ikki styrkismettur. Hesi eru styrkismett:

Vinnarin av Dinamo Zagreb (Kroatia) / AEK Athens (Grikkaland)

Vinnarin av FCK (Danmark) /Sparta Prag (Kekkia)

Young Boys (Sveis)

Vinnarin av Olimpija Ljubljana (Slovenia) / Galatasaray (Turkaland)

 

Tapur KÍ móti Molde, so eru fleiri møguleikar í play-off í Evropa League. Tá verður tað móti einum av taparanum í 3. umfari í Champions League, sum eru hesir áðurnevndu dystirnir umframt dystirnir Aris Limassol (Kýpros) – Raków (Pólland) og Slovan Bratislava (Slovakia) – Maccabi Haifa (Ísrael). Harafturat koma tveir møguleikar frá 3. umfari í Evropa League, har bestu liðini kanska eru Qarabag (Azerbadjan) og Sheriff Tiraspol (Moldova).

Lutakastið verður í morgin. Champions League kl. 11.00 og Evropa League kl. 12.00.