Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í morgin verður seinasta RENN FYRI HEILSUNA í ár

Treysti

Í morgin verður 16. og seinasta “Renn fyri Heilsuna” í ár. Runnið verður frá Intersport kl. 14.00 og aftur til Intersport. Eftir renningina verður lutakast, um eitt Garmin renniur frá Intersport og ein flogferðaseðil frá Fonn Flog, millum tey sum hava ognað sær í minsta lagi 10 stempul í renniheftið.

Umframt tað, so verður eisini lutakast um ymsar vinningar millum øll tey, sum hava luttikið í ár.

Treysti vil hervið stórliga takka øllum stuðlunum, sum í ár hava verið: Tryggingarfelagið Føroyar, Intersport, KBI, EL-IN, Numo, Reyni Service, Hvíthús, Bakaríið hjá Jórun, Blikksmiðjan, Tógvhandilin hjá Vimu, Malltek, Føroya Keypssamtøka, Fonn Flog, Hjá Skós, Kósin, Borg og INN.