Um jólini hava sera nógv skip verið á Vágni í Klaksvík, men nú fer skjótt at tynnast. Ågot er farin við kós vestur um hav á Flemish Cap, Gadus fór beint fyri miðdag í dag, teir fara eystur í Barentshavið, sum skilst at fiska í norskum sjógvi. Eftir ætlan fer Klakkur avstað í morgin, teir fara vestureftir á Flemish Cap.
Her nakrar myndir tá Gadus legði frá landi í morgun:




