Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í nátt fór Norðsøki til Íslands

Oliver Joensen

Eyðólvur Vang, ið frammanundan eigur Kallanes, og sum fyri fáum døgum síðani keypti Norðsøka, fór sjálvur sum skipari við Norðsøka klokkan 01.30 í nátt á íslandsmiðini.

Eyðólvur Vang er ein av kendu útróðrarformonnunum í Klaksvík seinastu nógvu árini. Fyrst var hann við Elbjørg, sum fyrst pápin átti, men sum hann sjálvur gjørdist formaður á og síðani við Kallanes, til hann í nátt fór við Norðsøka. 

Tá vit hittu Eyðólv Vang stutt fyri fráferðina í nátt, segði hann, at tað var við blandaðum kendslum, at hann nú loysti við Norðsøka, ímeðan Kallanes lá beint aftanfyri og ikki slapp til íslands í ár. Eg havi tó vónir um at fáa fólk at reka Kallanes, so stendur tað til mín, so er søgan um Kallanes als ikki liðug enn. Hóast eg nú fari við hesum farinum, sum er størri og betur høskiligt, so havi eg ikki kunna hildið meg aftur í at verið fleiri ørindi umborð á Kallanes nú seinastu løturnar áðrenn fráferðina. Seks mans eru við Norðsøka, sum fer undir Ísland á snelluveiðu.