Summarlega: Frá seinasta leygardag og til í morgun hava børn hugnað sær almikið á barnalegu í Nesvík. Klaksvíkingar hava staðið á odda fyri hesi leguni, við góðari hjálp frá øðrum bygdarfólki. Legan hevur borið brá av VM í fótbólti og góðum vinalagi.

Tá ið Norðlýsið var á vitjan í gjárkvøldið aftaná nátturðan, var VM-finalan í Nesvík á skránni. Í gjøgnum legudagarnir hava fótbóltskappingar verið. Í gjárkvøldið var so finalan millum tvey tey bestu liðini.
Annars fortelur høvuðsleiðarin, at tað hava verið góðir 100 luttakarar og tilsamans hava tey verið eini 160 á leguni. Tá verða hjálparfólk tald við.
– Tað hevur verið lagdur nógvur dentur á vinalag á leguni og tað hevur eisini merkt børnini í síðstuni.
– Tey eru veruliga góð hvør við annan. Í morgun var m.a. ’teambuilding’ á skránni. Tað er ein uppmuntrandi avbjóðing, ið legu luttakarnir tóku væl ímóti, sigur høvuðsleiðarin, Óla Marner Christiansen, í stuttari viðmerking.
Myndirnar tala fyri seg: