Summarlegur í Nesvík 2014: Um dagarnar er ein serstøk lega í Nesvík. Legan hevur heitið ”Sport and Games”. Denturin verður lagdur á tann ítróttarliga partin og at røra seg. Umframt alt hetta, er boðskapurin um Jesus tað týdningarmesta á leguni.

Men ”uden mad og drikke, duer helvten ikke”, verður sagt. Til hesa leguna kokkast konur av Viðareiði í køkinum í Nesvík. Tær eru royndar á økinum og maturin er góður.
Dentur verður lagdur á at gera heilsugóðan og orkufullan mat til ungdómararnir, ið røra seg sera nógv hesar dagarnar.
Norðlýsið var ein túr inn á gólvið í gjár. Tá mældu tær fiskabollar til ungdómarnar. Ímeðan hetta hendi, íðkaðu og vandu tey ungu við Margáir.
Lagið var gott í køkinum, meðani matgerðin fór fram.