Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í oysandi regni og hartil nógvum vindi vunnu KÍ kvinnurnar 5-0 á B36 í semifinaluni

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá KÍ halda fram við sigursgongdini. Tað sær ikki út til at tær fáa líkinda mótstøðu frá nøkrum av hinum liðunum.

Hóast veðrið var sera vánaligt á Djúpumýru í dag, nógvur eystanvindur og hartil gloprarregn, so megnaðu KÍ kvinnurnar at vinna heili 5-0 á B36 í dag í semifinalidystinum.
Verjan hjá KÍ er ómetaliga sterk og hartil er álopið sera vandamikið. Rannvá Andreasen, ið er slítarin á liðnum, skoraði 4 mál ídag og sterki og skjóti áloyparin Viviann Andresen skoraði 1.