Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í samband við 100 ára dagin hjá KÍ, endurprenta vit samrøðu við Emil Mikkelsen, sum varð í Norðlýsinum fríggjadagin 2. apríl í ár.: Vit gingu ikki so høgt upp í fótbóltin sum tey gera í dag

John William Joensen

82 ára gamli Emil Mikkelsen gjørdi fjórða og seinasta málið í finaluni tá KÍ- vann fyrsta FM-heitið (1942) ið spælt var um her á landi.

Emil Mikkelsen, sum býr beint oman fyri fótbóltsvøllin í Djúpumýru, sigur at í dag verður nógv meira gjørt burtur úr fótbóltinum.
– Eg haldi ikki at vit gingu serliga høgt upp í fótbólt.
– Ein flaggstong var við vøllin og tá menn ætlaðu at spæla fótbólt var KÍ-merkið heysað upp sum ein fráboðan og so leitaðu menn sær oman á vøllin. Hevði ein okkurt annað at takast við, so var tað tikið framum.
– Heldur ikki høvdu vit serliga venjigarútgerð. Onkur hevði fótbóltsstyvlar, men flestu spældu í gerandisklæðum.
Tá farið varð av bygdini til dyst komu menn ofta beinleiðis av skipið til dystirnar.
Tískil vóru menn ikki í venjing, sum teir tosað so nógv um í dag, men sum sagt var fótbólturin heldur ikki tikin so hátíðarliga.

Finalan 1942
Emil Mikkelsen sigur seg ikki minnast so nógv frá sjálvari finaluni, sum var millum TB og KÍ á Ólavsøku.
– Eg minnist tó at eg skoraði seinasta málið í dystinum, men eg haldi ikki at vit gjørdu so nógv burtur úr skorðingunum. Í dag síggja vit menn leypa um hálsin á hvørju øðrum og dansað á vøllinum tá skorða verður, men hetta minnist eg einki til at vit gjørdu.
Emil var eykamaður hendan dagin í Havn men kom rættuliga skjótt inn í dystin tá Jonhard Larsen noyddist út við skaða.
Tá Emil hugsar aftur á tíðina í KÍ sigur hann seg serliga minnast til finaluna um Brend-steypið, ein kapping sum bretsku hermenninir í Føroyum skipaðu fyri.
Finalan var millum KÍ og Bretar í Havn.
Tá vanlig leiktíð var úti var KÍ á odda 1-0, men av tí at fyrri dysturin millum liðini bæði endaði 3-2 til bretar, stóð nú á jøvnum og tí var fari undir at leika 20 minuttir afturat, 10 minuttir hvønn vegin.
KÍ fær eitt hornaspark og John Reid skrivar: Avtalað var KÍ aranna ímillum, at fekk liðið hornaspark á vinstru síðu skuldi Mourits sparka ta, og varð tað lagt honum eina við, at hann mátti sparka tað í luftini og væl innfyri. Og hvat hendi? Tá bert tríggir minuttir vóru eftir av leiktíðini fær KÍ hornaspark á vinstur síðu og Mourits verður settur at sparka. Sera hegnisliga sparkaði hann bóltin í luftina inn fyri málið hjá Bretum og við eitt hevði innari høgru framherji, Emil Mikkelsen, høvdið á bóltin, og sum ein kúla reyk hann í netið. Tá vóru lógvabrestir uttan um leikvøllin meðan Kíararnir lættliga og væl hýrdir runnu sær aftur í ódnirnar.

Hyggur framvegis eftir fótbólti.
82 ára gamli kíarin Emil Mikkelsen er framvegis áhugaður í fótbólti.
– Eg plagi at leita mær oman á vøllin til heimadystirnar hjá KÍ.
– Tað er kanska í so dýrt at hyggja eftir øllum dystunum, men mær dámar tað sera væl og plagi eg at halda til undir KÍ-høllini.
Tá vit spurdu Emil um vónirnar í ár, segði hann seg ikki duga at meta um hetta.
– Eg síggið oman á vøllin og havi lagt merki til at teir eru sjálvtsama nógvir til venjing so kanska tað kann verða ein ábending um okkurt, men liðini í dag eru sera jøvn.

Stoltur av bróðursoninum
Emil er sum flestum kunnugt pápabeiggi, landsliðs- og KÍ málverjan, Jákup Mikkelsen, men tá vit spurdu Emil um Jákup hevði fótbóltsevnini hjá honum, vildi hann ikki kennast við.
– Nei avgjørt ikki. Eg var við tá teir manglaðu fólk, men brøður mínir Sofus og Poul Nølsø (pápi Jákup) høvdu góð evni so kanska hann hevur tey frá teimum.
– Sofus spældi nógv við KÍ men Pól Nolsøe hevði trupulleikar við trongd so hann fekk ikki spæl eins nógv.
– Tað hevur tó verið stuttligt at fylgt Jákupi, og gleði eg meg at síggja hann í KÍ-búnanum.

Harleyfacadeacryl