Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í skúla í inniskóm

John William Joensen

Tað eru ikki øll, ið noyðast í gummistyvlar í skúla, fyri tað um kavin liggur upp undir knæ vetrarmorgnar. Í øllum førum ikki tey, ið hava skúla og bústað undir sama taki. Á Tekniska Skúla í Klaksvík ganga fleiri av næmingunum í inniskóm allan dagin. Tey búgva nevniliga á Skúlaheiminum, tey trý árini, tey ganga á Gymnasialu Tøknibreytini. Og hetta er við til at gera stemningin á breytini so góðan og heimligan, sum hann í veruleikanum er. Her er styttri ímillum skúla og heim, enn hjá teimum flestu, ið ganga á miðnámsskúla. Nógv noyðast heilt tíðliga frá húsum, tí at tey skulu við bussi í skúla, ímeðan hesi bert skulu úr einum enda á bygninginum í annan.

Tað eru ikki øll, ið noyðast í gummistyvlar í skúla, fyri tað um kavin liggur upp undir knæ vetrarmorgnar. Í øllum førum ikki tey, ið hava skúla og bústað undir sama taki. Á Tekniska Skúla í Klaksvík ganga fleiri av næmingunum í inniskóm allan dagin. Tey búgva nevniliga á Skúlaheiminum, tey trý árini, tey ganga á Gymnasialu Tøknibreytini. Og hetta er við til at gera stemningin á breytini so góðan og heimligan, sum hann í veruleikanum er. Her er styttri ímillum skúla og heim, enn hjá teimum flestu, ið ganga á miðnámsskúla. Nógv noyðast heilt tíðliga frá húsum, tí at tey skulu við bussi í skúla, ímeðan hesi bert skulu úr einum enda á bygninginum í annan.

Her ganga eisini ungar gentir og dreingir úr Klaksvík. Ein teirra fortelur, at ímeðan nógvir klaksvíkingar fara aðrastaðni at taka sær miðnámsútbúgving, so dámar henni væl at gera hetta í heimliga umhvørvinum norðanfjørðs. Teir flestu klaksvíkingarnir á breytini búgva framhaldandi heima hjá foreldrunum, men tey eru líka stórur partur av stemninginum á skúlanum: “Skúlin er ikki so stórur, so vit kennast øll nokkso væl – eisini lærararnir”, fortelja tey og smáflenna sínamillum. Hetta samanhaldið er óivað við til at gera teimum skúlatíðina góða, og tað hoyrist yvirhøvur á tónalagnum og prátinum, at tey øll kennast væl. Tey arga og tey flenna, tí at tey eru vinfólk.

Og tað góða samanhaldið á Gymnasialu Tøknibreytini kemur ikki burturúr ongum: “Skúlin skipar fyri einum samansjóðingartúri ella degi fyri hvørjum árgangi, og tað er sjálvandi ordiliga gott”, fortelja tey og leggja afturat, at tey jú hava møguleika fyri fleiri ferðum saman tí at tey taka lut í ymiskum kappingum umvegis verkætlanararbeiðið, har tey kunnu vinna rættin til at sleppa at kappast uttanlands. Og tær mongu verkætlanirnar styrkja eisini um vinaløgini í sær sjálvum, kanska serliga hjá teimum, ið búgva á Skúlaheiminum: “Vit búgva saman, vit gera skúlating saman, so vinfólkini eru allatíðina beint har. Vit hava tað stuttligt saman”. Ja, tey hava tað stuttligt. Bæði í skúlatíðini, har tey arbeiða við stuttligum verkætlanum í bólkum, og í frítíðini, har tey hava góðar møguleikar fyri at hugna sær. Eitt nú hava næmingarnir á Tekniska Skúla fría atgongd til bæði KÍ-høllina og Badmintonhøllina ein fastan tíma um vikuna. Tá kunnu tey spæla innandurafótbólt ella royna seg við øðrum ítrottargreinum. Harafturat liggur skúlin væl fyri í býnum við tað, at stutt er til svimjihøllina, samkomustøð, handlar og restina av býarlívinum yvirhøvur.

Næmingarnir á Gymnasialu Tøknibreytini eru altso ein sjálvsagtur partur av býarmyndini í Klaksvík. Bæði tí, at tey taka lut í ymsu frítíðarítrivunum, sum Klaksvíkin hevur at bjóða, men eisini tí, at skúlin skipar ein part av frálæruni í samstarv við stovnar og fyritøkur í býnum. Eitt dømi um hetta er verkætlanarkappingin “Ungt virki”, har næmingarnir í bólkum skulu stovna eina ímyndaða fyritøku, sum framleiðir eina vøru. Næmingarnir framleiða eina prototypu av vøruni og skulu so út í vinnulívið at leggja hugskotið fram og søkja um stuðul. Slíkar verkætlanir geva sostatt næmingunum møguleika fyri at royna seg við fleiri ymiskum lærugreinum í somu verkætlan og harafturat kunnu tey nýta hentleikarnar á skúlanum til framleiðsluna av prototypuni. Tað sama ger seg galdandi í mun til verkætlanarkappingina “European Business Games”, sum næmingarnir sleppa at taka lut í á triðja HT-ári. Næmingar frá Gymnasialu Tøknibreytini hava roynst væl í báðum kappingum undanfarin ár og hetta gevur sjálvandi eisini sítt íkast til góða huglagið á skúlanum: “Ja, skúlin er í øllum førum ordiliga stoltur av fyrrverandi næmingum”, fortelur ein genta flennandi og øll í bólkinum eru samd um, at hetta eisini eggjar teimum at klára seg væl og at umboða skúlan væl. Og til hetta er sjálvsagt neyðugt, at tey trívast á breytini og tað tykist ongin ivi at vera um tað – góða lagið og samanhaldið er ikki til at fara skeiv ella skeivur av.

Harleywoodpaint