Umstøðurnar hjá skúlabørnum í Norðdepli og Hvannasundi hava ikki altíð verið tær bestu. Nú Norðdepil júst hevur hátíðarhildið 150 ára dagin, kann vera áhugavert at hyggja eftir farnu tíðunum.
Umstøðurnar hjá skúlabørnum í Norðdepli og Hvannasundi hava ikki altíð verið tær bestu. Nú Norðdepil júst hevur hátíðarhildið 150 ára dagin, kann vera áhugavert at hyggja eftir farnu tíðunum.
Í tíðini eftir at einahandilin lat aftur (í 1856), løgdu nýggju keypmenninir seg eftir at fáa úthandlar á plássum, har væl lá fyri at reka útróður. Ein av hesum keypmonnunum var Jørgen Bech í Klaksvík. Hann stovnaði í 1866 úthandil á Oyruni yvir av Hvannasundi.
Fyrsti maður ið kom at standa fyri hesum úthandlinum, var Poul Sivert Sivertsen, ið var føddur í Hvannasundi. Hann hevði hug til handilsskap, og hevði frammanundan verið handilsmaður í Funningi og hjá Restorff’s-handlinum í Hvannasundi.
Rundanum henda nýggja handilin vaks bygdin Norðdepil upp.
Vanliga er ilt at siga, nær ein bygd hevur føðingardag, men so er ikki við Norðdepli. Har verður sagt, at fyrstu ferð tað reyk í bygdini, var “tá ið Nikodemus á Toftum varð føddur”. Tað er sambært kirkjubókini tann 28. august 1866.
Trupul skúlagongd
Tá ein bygd verður staðsett eftir, hvar væl liggur fyri at reka útróður, verður tað altíð okkurt annað, ið ikki passar so væl til staðsetingina, og soleiðis var millum annað við skúlagongdini.
Fyrstu nógvu árini var eingin skúli í Norðdepli. Tí var skúlagongdin í stovuni hjá Joen Trondesen (Tróndar Jógvan), sum var ættaður úr Hattarvík.
Skúlaborð vóru eingi, so børnini sótu á stólum og beinkjum, og høvdu talvuna liggjandi á knøunum, meðan tey skrivaðu og roknaðu.
Triðing av skúlatíðini – 8 dagar hvørja ferð – var lærarin í Sundum, og tveir triðingar av tíðini – 14 dagar hvørja ferð – var hann á Viðareiði.
Bygdirnar Norðdepil og Hvannasund skiftust um læraran soleiðis, at hann aðruhvørja ferð helt skúla í Norðdepli og aðruhvørja ferð í Hvannasundi. Børnini báðumegin sundið skiftust so um at rógva í skúla. Tað var mangan ótespiligt og eisini vandamikið.
Í 1906 fekk Viðareiði egnan lærara. Frá 1919 helt lærarinnan, frú Anna Djurhuus, skúla í Norðdepli og Árnafirði, 14 dagar á hvørjum staði.
Hvannasundsbørn máttu rógva um sundið líka til 1932, tá skúli varð bygdur har.
Skúli og kirkja
Um jóltíðir í 1893 keypti kommunan eitt grundstykki í Norðdepli at byggja skúla á. Keypsprísurin var 30 krónur.
Farið var beina vegin undir at rudda fyri grundum og at byggja skúlan. Alt arbeiðið var líknað sum plikt uppá alt fólkið í Hvannasundi, Múla, Fossá, Norðdepli, Depli og Norðtoftum.
Í 1895 var skúlin vígdur. Umframt at verða høli til undirvísing, var skúlin eisini nýttur til at hava gudstænastur í, tí eingin kirkja var har á leiðini.
Í 1906 strandaði norska skonnartin “Elim” undir Kletsendanum beint norðanfyri bøgarðarnar í Depli. Á sølutingi yvir vrakið keyptu tríggir norðdepilsmenn skipsklokkuna, og góvu hana til skúlan til at ringja við til lestur og messu. Í stillum veðri kundi klokkan hoyrast heim á Oyrina og yvir um sundið.
Eftir at kirkjan í Hvannasundi var vígd í 1949, varð lestur ikki nógv lisin í skúlanum í Norðdepli, og seinni varð heilt avlagt at lesa lestur har.
Tvørtur um Atlantshavið í skúla
Um skúlagongdina í Norðdepli sigur kendi vinnulívsmaðurin Hans Pauli Johannesen soleiðis í bókini “Jól á Halanum”:
“Eg havi ongan dag verið í barnaskúla uttan at vera noyddur at fara og koma aftur í báti tvørtur um ein part av Atlantshavinum fyri at fáa undirvísing. Nú er soleiðis, at verða børn ikki heintað við bili ella bussi við dyrnar og sett av við skúladyrnar, so er ikki lukkuligt.”
Eini 30 børn gingu í skúla í Norðdepli – búsitandi helvt um helvt hvørjumegin sundið tey árini, Hans Pauli og systkin hansara gingu har í 1920’unum.
(kelda: Dimmalætting)




