Kristian Eli, sum hevði stórar og flottar plakatir hangandi, mátti staðfesta í morgun at hann var eitt av offrunum fyri vandalunum
– Eg hevið tíbetur ikki hongt allar upp, og tí kann eg hanga nakar upp í morgun, men tað er sera keðiligt at tær ikki kunnu fáa frið.
– Eg kann bara staðfesta at ein flokkur sum hevði plakatir hangandi við síðurnar av mínum plakatum, var órørdur, so tað er eingin ivi um at herverkið var málrættað.




