Sum aðrir politikarar, so hevur eisini hann nógv um at vera nú val stendur fyri durðum. Men tí hevði hann stundir at greiða okkum frá, at Tjóðveldi skuldi hava politiska café her í Søltuvík í kvøld (sunnukvøld).
Páll greiddi frá um skipið Principia, ið fórðst her 21. november í 1895, ella fyri skjótt 120 árum síðani, við vóru 28 mans og harafturat eitt ferðafólk.
Sandoyingar hava reist ein minnisvarða her í Søltuvík og eisini liggja akkerini hjá skipinum við minnisvarðan, flíggjuni eru stór á at líta.
Men Páll var kanska eitt sindur skakkur, at síggja ein sambandsmann í Søltuvík, tí hann varð óskettin tá hann sá meg og fór niðan av vegnum við lastbilinum. Sum sæst á t-shirtini, ið Páll er í, so er hann føddur í 1967.
Norðlýsið ynskir Pálli og tjóðveldismonnum eitt gott og hugnaligt kvøld í Søltuvík í kvøld. Ramman er í hvussu so er í lagi, her myndir úr Søltuvík ídag:




