Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í starvsvenjing á Norðlýsinum

Regin Sivertsen

Regin Sivertsen , ið hevur verið í starvsvenjing á Norðlýsinum í tvær vikur, hevur skrivað og tikið myndirnar.

Regin Sivertsen úr 9. b á Skúlanum á Ziskatrøð hevur verið í starvsvenjing á Norðlýsinum í 14 dagar, og í tí sambandinum hevur hann fingist við ymsikt fyrifallandi, so sum at arbeiða við heimasíðuni, at taka myndir og annað.

Eisini hevur Regin verið og vitjað starvsfelagar á starvsvenjingarplássinum teirra, og niðanfyri sæst hvat Regin hevur fingið burturúr teimum.

“Eg haldi at tað er gott at skúlarnir senda næmingar út í praktikk, tí so fáa vit betur innlit í hvat tey ymsu arbeiðisplássini fáast við og hvussu arbeiðið í veruleikanum fer fram.

Haldi tó at starvsvenjingartíðin átti at verið styttri”, – sigur Regin Sivertsen .



Regin spurdi hesar spurningar .

Hví valdi tú tað starvsvenjingarplássi ?

Hvat hevur tú gjørt higartil ?

Hvat dámar tær væl á starvsvenjingarplássinum ?

Hvat dámar tær minni væl við at vera starvsvenjing ?

Kundi tú hugsa tær at havt tílíkt starv í framtíðini ?





Fyrst varð Magnus Damberg spurdur.

Navn : Magnus Damberg Starvsvengingarpláss : Trygdarmiðstøðin

Hví valdi tú Trygdarmiðstøðina sum starvsvenjingarpláss ? Eg hevði hug at royna okkurt spennandi , so vónandi læri eg okkurt .

Hvat hevur tú gjørt higartil ? Eg havi rudda, og ansa eftir maskinum.

Hvat dámar tær væl á starvsvenjingarplássinum ? Man lærir nógv, so er tað eisini sera stuttligt .

Hvat dámar tær minni væl við at vera á starvsvenjing ? Einki , alt er gott.

Kundi tú hugsa tær tílíkt starv í framtíðini ? Ja .







Navn : Kristina M. Absalonsen Starvsvenjingarpláss : Útistovan

Hví valdi tú tað at fara á Útistovuna ? Eg visti ikki hvat eg skuldi velja, og her virkaði spennandi.

Hvat hevur tú gjørt higartil ? Sleða , gingið túrar , og annars bara spælt við børnini .

Hvat dámar tær væl á starvsvenjingarplássinum ?Alt sum so.

Hvat dámar tær minni væl við at vera starvsvenjing ? Einki, alt er stak gott.

Kundi tú hugsa tær at havt tílíkt starv í framtíðini ? Kanska, eg veit ikki ordiliga .







Navn : Pætur Gerðalíð Starvsvenjingarpláss : Tekniski Skúlin í Klaksvík.

Hví valdi tú tað at fara á Tekniska skúlan ? Tí at mær dámar væl at gera mat.

Hvat hevur tú gjørt higartil ? Eg havi gjørt døgurða og vaska upp.

Hvat dámar tær væl á starvsvenjingarplássinum ? Alt, her er stak hugnaligt at vera.

Hvat dámar tær minni væl við at vera starvsvenjing ? At vaska upp .

Kundi tú hugsa tær at havt tílíkt starv í framtíðini ? Ja , heilt víst .