Josias Jacobsen, formaður í felagnum sigur, at orsøkin er at laksastovnurin á Leynavatni og Saksunarvatni er so uppíblandaður aðrar laksastammur at nærum ongin laksayngul ið útsettur hevur verið, kemur aftur.
Tað vóru tveir spentir limir í Sílaveiðufelagnum, formaðurin Josias Jacobsen og Hans Joensen, ið stóðu og bíðaðu uttanfyri smoltstøðina hjá felagnum í Havnadali týsdagin.
Orsøkin var, at arbeiðið, sum felagið hevur fingist við í útivið tvey ár, nevniliga at fáa nýggj laksarogn úr Íslandi, nú skuldi bera frukt. Bíðað var eftir bilinum hjá Faroe Transport, ið skuldi koma á støðina við 30.000 eggum, sum vóru komin í eygað.
Eftir at teir báðir høvdu undirskrivað pappírini fyri móttøku, bar Josias kassan við teim 30.000 rognunum inn á støðina og í rúmið har eggini skuldu klekjast. Her tóku Regin Arge og Sámal Nielsen ímóti og fóru varðisliga um eggini, sum vóru løgd í klekingarbásarnar.
Eggini vóru komin somikið langt, at okkurt var útkomið, og svam beinanvegin við blommusekkinum undir búkinum.
Hans Joensen sigur, at í 1964 fekk felagið eisini egg úr Íslandi, tá úr Elliáum í Reykjavík. Hendan stamman er seinni sett út í Eystaru Rangá á Suðurlandinum. Tí er tað júst sama stamman sum Sílaveiðufelagið fekk í 64, sum nýggj egg koma frá nú útivið 50 ár seinni.
Gamla stamman útpínd
Sílaveiðufelagið heldur, at upprunafiskurin er vorðin so mikið uppíblandaður av øðrum laksafamiljum, at upprunafiskurin frá 64 er ikki til at kenna aftur í laksunum, sum hava verið fingnir við Leynarvatn og Saksunarvatn seinnu árini.
Fiskurin frá 64 verður roknaður at vera miðal stórur laksur um eini 6-8 pund, men laksurin ið er fingin seinastu árini hevur viga heilt upp í 27-28 pund.
Í 80 unum vórðu ymiskar royndir gjørdar við laksi í Føroyum, norðurlandaráðið gjørdi royndir á Leynavatni við at seta laks úr 26 ymiskum laksafamiljum á Leynarvatn og harafturat setti fiskaaling út í Sundalagnum. Seinnu árini er alingin eisini vaksin og menn frá sílaveiðufelagnum ivast ikki i, at laksurin hjá felagnum eisini er komin í bland við hendan fiskin.
Tað er nevniliga so, at Sílaveiðufelagið strýkur laks sum kemur niðan á vøtnini, fyri at fáa rogn og sil til smoltstøðina í Havnardali, til menning av stovninum. Tá so laksur frá nógvum ymiskum laksagreinum kemur niðan, so er eyðvitað, at upprunaliga stamman verður niðurbrotin við tíðina. Hetta hevur havt við sær, at menn hava fingið minni og minni av laksi á vøtnunum, og í 2013 bar av, tá kom lítið og onki av laksi upp á land, laksateljarin í Leynará taldi bert um 500 laksar, og tað er nógv minni enn fiskað var eitt vanligt ár.
Smoltstøðin útbygd og uppdaterað
Limir felagsins hava sjálvbodnir bygt uppí smoltstøðina í Havnadali. Umleið hálvan november byrjaði uppíbygging og uppdatering av smoltstøðini, umleið 70 ferðmetrar eru bygdir afturat, soleiðis at støðin nú er um 250 fermetrar til støddar, og hevur fingið eina umhvørvisgóðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Uppíbyggingin hevur kosta um fýra til fimmhundrað túsund og tað hevur felagið megnað at goldið sjálvt. Tó, undirstrikast skal, at limir felagsins hava lagt nógv fyri í sjálvbodnum arbeiði hesa tíðina.
Laksateljarin aftur í Leynará
Petur A. E. Djurhuus frá Tekniska Skúla í Havn sigur, at Laksateljarin, sum Tekniski Skúlin saman vuð næmingum hevur mennt, hevur staði í Leynará allan vetur. Vit fara nú at taka teljaran upp og at gera nakrar justeringar.
Hetta hevur verið eitt stórt projekt hjá okkum, og ætlanin er at Sílaveiðufelagið skal yvirtaka teljaran, men higartil hava vit havt brúk fyri framhaldandi at menna teljaran.
Um stutta tíð fara vit av Tekniska Skúla at hyggja at hvussu laksateljarar í londunum kring um okkum eru lagaðir til viðurskiftini, sum har eru galdandi og helst fara vit at fáa íblástur hagani til at menna okkara enn meira.
Nú Sílaveiðufelagið setir út nýggja stammu, verður spennandi komandi árini at fylgja hvussu leikur fer viðvíkjandi hesum laksinum, sigur Petur A. E. Djúrhuus frá Tekniska Skúla í Havn at enda.
Gransking?
Nú átti at verið lag á manni hjá føroyska granskingarumvørvinum at farið inn og gjørt eitt granskingarprojekt í samband við laksateljaran og nýggju stammuna, sum Føroya Sílaveiðufelag er við at seta út.
Nú tað hevur víst seg seinnu árini, at laksurin, sum Sílaveiðufelagið setir út partvís ikki kemur aftur og harafturat at laksurin, ið fiskaður verður er so stórur at ilt er at síggja at hetta er sama stamman, ið einaferð varð keypt úr Íslandi, hava vit bert kvalifiserað git frá sílafiskarum og góðum eygleiðaru at halda okkum til.
Nú vit hava aling á nærum hvørjum firði í Føroyum og framhaldandi hava ætlanir um at menna alingina, átti at verið áhugavert at vita meira um hvat hendir í umhvørvinum og hví.
Eitt granskingarprojekt rudan um útsetingina hjá Sílaveiðufelagnum hevði óivað varpa ljós hvat hendir, tá vit seta yngul út í okkara áir og um alingin hevur nakran sum helst týdning fyri hesa útseting. Sum sagt, so hava vit higartil bert kvalifiseraði git.
Spennandi um hálvt annað ár
Við uppdateringini av smoltstøðini fer tað nú bert at taka hálvt ánnað ár, til fiskurin úr eggunum, sum komu til støðina í vikuni, sæst aftur á føroysku vøtnunum sum laksur.
Laksafiskarar bíða í spenningi, tí seinnu árini hevur verið sera lítið at fingið, og gongst í ár, sum gingið hevur seinastu árini, so hava vit ikki gott í vænti í ar og komandi ár, men í 2016 verður árið, tað vóna og hopa vit í hvussu so er.




