Kvøldið var fyriskipað sum ein menning av samanhaldinum í hondbóltsdeildini Stjørnan hjá KÍ. Allar deildirnar hjá Stjørnuni vóru møttar, so tú hitti bæði tey heilt smáu og so sanniliga eisini foreldur. Føroya Bjór og Kjølbro heilsøla høvdu stuðlað við onkrum leskiligum til kvøldið.
Í rættuligum ítróttaranda var hetta eitt kvøld við aktivitetum, tað má sigast. Vøllurin í KÍ høllini var býttur upp í fleiri banar har teir ymsu bólkarnir royndu seg í alskyns kappingum, í ymiskum bóltspølum og ymiskum øðrum.
Nógv foreldur vóru møtt og tá kappingarnar vóru liðnar, var serverað við ábiti í millumbygninginum millum hallirnar. Alt í alt eitt sera væl eydnað og væl fyriskipað kvøld.
Norðlýsið var og tók myndir, samstundis sum vit eisini tóku eina bólkamynd av øllum stjørnuleikarunum.
Her ein rúgva av myndum frá kvøldinum:




