Tað verður 80\’ara rokkur fyri allar pengarnar á ársins Summarfestivali, tá \’\’I Wanna Rock\’\’ og \’\’We\’re Not Gonna Take It\’\’ fara at runga á Vágsbøi.
Tað verður 80’ara rokkur fyri allar pengarnar á ársins Summarfestivali, tá ”I Wanna Rock” og ”We’re Not Gonna Take It” fara at runga á Vágsbøi. Tí tað verður bólkurin Twisted Sister, ið spælir í Klaksvík seinni í ár. Tað kunngera fyrireikararnir í dag. Niðanfyri eru nakrar av kendastu sangunum hjá bólkinum, sum gjørdi vart við seg í 1980’unum.
Summarfestivalurin 2014 verður í døgunum 7.-9. august.




