Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íborið um tú dámar væl kjøt og fisk

John William Joensen

Ein kanning vísir, at tað í ávísan mun er íborið, um tær dámar væl fisk og kjøt.

Dámar tær væl fisk og kjøt, kann hetta vera ein eginleiki, ið er arvaður frá tínum foreldrum. Ein bretsk kanning vísir nevniliga, at børn í stóran mun arva tonnina fyri hvussu væl tey dáma proteinríka føði, sum t.d. kjøt og fisk.
Í kanningini vóru 200 tvíburapør, helvtin eineggjaðir. Teir eineggjaðu tvíburarnir hava eins arvaeginleikarnar og tískil, kann man við at sammeta hvat teir dáma best, við hinar tvíburðarnar, siga nakað um hvat verður ávirkað av umhvørvinum og hvat er arvaligt. Foreldrini, til tey fíra fimm ára gomlu børnini, fingu ein lista við 77 ymiskum matvørum, sum tey skuldu brúka til at siga nakað um hvat børnini dámdu.
Kanningin, ið er kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum The Journal of Physiology and Behaviour study, vísir eisini, at gentur dáma betri grønmeti enn dreingir.
Ein av teimum sum stóð fyri kanningini, professarin Jane Wardle, sigur, at tað er ikki greitt hví umhvørvið hevur størri týdning tá talan eru um smakkin fyri frukt, enn tá talan er um kjøt og fisk.
Børn eru ávirkilig; um foreldur vísa dáma – ella ikki dáma – ávís sløg av frukt og grønmeti, er tað sannlíkt, at børnini fylgja teimum í hesum, sigur Jane Wardle. Hon metir, at kanningin vísir, at foreldur hava møguleika at ávirka børnini við at verða góðar fyrimyndir og á tann hátt leiða tey ímóti einum sunnari livimáta.