Í hesum døgum verða fyrstu húsini reist við nýggjasta íbúðarvegin í Klaksvík, sum hevur fingið navnið undir Grashjalla. Útsýnið er nakað heilt serligt haðani.
Hesin nýggi býlingurin í Klaksvík er tann norðasti í sjálvum býnum, umframt at hann er so ovarlaga, at útsýnið er frálíkt.
Tað serstaka við hesum staði er, at tú sært eins væl yvir á Kalsoynna sum inn í býin sjálvan. Bæði Syðradalur og Húsar síggjast haðani. Øll tey 24 útstykkjaðu grundstykkini vórðu við eitt keypt av áhugaðum, sum nú eru í holt við at fyrireika bygging summi eru longu komin væl áleiðis, og sum tað sæst á myndini, verður tað fyrsta reist í løtuni.
Býráðið ætlanir
um 14 afturat.
Sambært úttalilsum frá leiðandi býráðspolitikarum, so umhugsar býráðið at fara víðari og útstykkja nøkur eini 14 grundstykki afturat á hesum nýggjasta býlinginum í Klaksvík.
Í øllum førum er bíðilisti framvegis eftir grundøkjum til sethús.




