Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íbúðarverkætlanin á Eiði av bakkastokki

Eiðis kommuna

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera grundøkið á Kolshjøllum byggibúgvið, og er hetta arbeiðið komið so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir sjálva íbúðarbyggingina.

Talan verður um 7 lyklaklárar íbúðir, sum eru 95m2 til støddar og verða klárar at taka í nýtslu í 2021/22.

Tað var annars 25.juni 2020, at freistin fór at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði.

Tað er Sp/f Búð, sum eigur verkætlanina.

Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum.