Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Idag ætla vit okkum stig

Oliver Joensen

Tað er hugburðurin hjá KÍ kvinnunum, nú tær fyrireika seg til dystin, sum byrjar ídag kl. 16. Hitin hevur verið ógvusligur ímeðan spælt hevur verið til fyrstu dystirnar. Men ídag liggur hitin um 15-20 stig, so spælandi er fyri hita.

Liðuppstillingin til dystin ídag ímóti Wales er hin sama, sum vit hava skrivað um áður. Men heimildarmaður okkara í Wroclaw avdúrkar, at venjararnir hava ein plan B, um alt gongst eftir ætlan.
Frammanundan dystinum er uppleggið 4-4-2, men um leikgongdin í byrjanini vísir, at vit hava ein møguleika fyri at vinna dystin, so er ætlanin at broyta uppstilingina til 4-3-3. Tá fer Ragna at leika sum sweepari ímeðan ein sum forstoppari og hinar báðar sum bakkar.
Una verður tá einsamøll á miðjuni, ímeðan Bára og Vivian verða úti á vongunum og síðani fer Elsa Maria fram í álopið til hinar báðar.
Men sum sagt, so er hetta plánur B, um alt gongur væl í dystinum ídag.
Vit skulu annars heilsa og siga, at øllum í ferðalagnum hjá KÍ veit væl við. Petur Simonsen, ferðaleiðari sigur, at kvinnurnar hjá KÍ eru sera troyttar eftir teir fyrstu harðu dystirnar, men at tær hava vónir um at fáa stig ídag. Vit  ætla ikki at koma heim við ongum stigi, er  hugburðurin, nú seinasti dysturin ímóti Wales er á skránni. Wales kvinnurnar úr Cardiff eru á umleið sama støði sum okkara kvinnur og tí eru góðar vónir fyri góðum úrsliti ídag.
Norðlýsið fer at fylgja við gongdini kl. 16 ídag.