Norðlýsið hevur verið og lúrt inni í nýggju hølunum við Bøgøtu. Har gingu handverkarar sum flugur í køsti og rokaðust við at fáa alt liðugt, til upplatingardagin, sum er settur at vera mánadagin.
Tað er ikki hissini, sum har er fínt og framkomið. Bygningurin innan er í veruleikanum gjørdur av nýggjum, har alt hugsandi er gjørt til, at íðkarar kunnu kenna seg væl.
24 tímar um døgnið, skal viðskiftafólkið sleppa inn at íðka. Ein framkomin lásiskipan ger, at hann ella hon ið fær ein lykil handaðan í samband við gjald, sjálvi kunnu avgerða nær tey velja at íðka. Tað kann líka so væl vera um náttina, sum um dagin.
Afturat er eisini ein sera framkomin ljóðskipan í hølunum, sum ger, at íðkarin sjálvur kann velja tónleikin, útvarpið, R7, Lindina ella annað at lurta eftir ímeðan íðkað verður. Sjálvandi eru eisini góðir brúsumøguleikar og annað mangt, ið vit ikki hava sæð í Klaksvík áður.
Tvinnir fysioterapeutar fara eisini at arbeiða í hølunum. Hesir hava eisini góðar møguleikar at viðgerða og røkja fólk við ryggja- og øðrum likamligum trupulleikum.
Hølini eru stór, og amboðini eru sera nóg. Sagt verður, at ongi brúkt tól frá fyrrverandi hølunum verða í ÍÐKA. Beint tvørturímóti, eru øll venjingartólini nýggj og sera framkomin.
Sum sagt, so letur ÍÐKA upp mánadagin, tá verður ikki heilt alt komið upp á pláss, men leygardagin í komandi viku verður móttøka og tá siga tey, at alt skal vera heilt liðugt.
Spennandi verður at síggja mánadagin, Norðlýsið fer aftur at støkka inn á gólvið í Íðka tá.




