Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF avrikið var pínligt

Jákup Ósá

Kanska vánaligasta avrikið í føroyskum fótbólti í fleiri ár, heldur royndur venjari. Eisini onnur í fótbólltsheiminum vóru nærmast í sjokk av ÍF avrikinum í Runavík.

Tað halda fyrrverandi venjarar í Effodeildini um ÍF avrikið í Runavík sunnudagin.

ÍF tapti sunnudagin 7-1 í Runavík móti NSÍ. Og í Vespureiðrinum á R7 í gjár vóru m.a. HB hjálparvenjarin Albert Ellefsen og fyrrverandi Effovenjarin Jógvan Martin Olsen í rásarúminum.

– Eg skilji ikki, at ÍF er fallið so nógv uppá tvær vikur. Málini rapla inn hjá ÍF hvørt ár, burtursæð frá 2012. So har manglar ein miðverji haldi eg. Hasir fuglfirðingarnir mugu taka seg saman, tí hatta líkist ongum. Eg veit ikki hvør svíkir hvønn, men teir svíkja venjararnar og áskoðararnar við at uppføra seg uppá handan mátan. Hatta er for lágt støði, segði Albert Ellefsen.

Og Jógvan Martin Olsen var samdur.

– Eg var eitt sindur sjokkeraður, tá eg fór til hús sunnudagin. Dysturin endaði 7-1 og faktisk slapp ÍF væl við bara at tapa 7-1. Soleiðis upplivdi eg tað. Tað kundi verið nógv nógv meir. Tað undrar meg og eg rokni við, at tað undrar nógvar fótbóltsáskoðarar at síggja avrikið hjá ÍF handan dystin. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg haldi hatta var ringasta avrik, eg havi sæð tað tíðina, eg havi upplivað fótbólt, segði Jógvan Martin Olsen.

NSÍ verjuleikarin Einar Tróndargjógv helt eisini, at talan var um løgnan dyst, tí eingin mótstøða var.

– Eg veit ikki hvat var við ÍF liðnum, men hatta var ikki tað ÍF liðið, sum vit sóu í Klaksvík. Hatta var ikki tað, sum vit væntaðu. Tað var eitt sindur keðiligt fyri dystin at teir ikki møttu upp. Tað bleiv keðiligt, hóast vit royndu at koyra á, so fór leikferðin úr dystinum. Tað er stuttligt at vinna og við nógvum málum, men hatta var eitt sindur undarligt at spæla handan dystin, segði Einar Tróndargjógv í Vespureiðrinum.