Nú er greitt, hvør skal verja málið hjá ÍF í ár.
Nú er greitt, hvør skal verja málið hjá ÍF í ár.
Norðlýsið skrivaði herfyri um, at 21 ára gamli danski málverjin, Henrik Lindhard, royndarvandi við ÍF, sum hevur leitað eftir nýggjum málverja í vetur. Og nú er greitt, at hesin danski málverjin við royndum frá m.a. Skive í næstbestu donsku deildini, verður nýggjur málverji hjá ÍF. Sáttmálin verður væntandi kunngjørdur ein av komandi døgunum.
Í fjør hevði ÍF ikki færri enn 5 ymiskar málverjar gjøgnum kappingarárið. Hallgrím Hansen, Oliver Korch, Elias Rasmussen, Tóri Traðará og Jákup Mikkelsen.




