Tað er ikki vist, at serbiski málverjin endar í Fuglafirði.
Hóast tað næstan hevur verið tikið fyri givið, at málverjin Ivan Stojkovic skiftur frá TB til ÍF, so er tað kanska ikki so vist í løtuni. Tí hóast tað tykist púra greitt, at ÍF ynskir at fáa 38 ára gamla Stojkovic í sín hóp, so vísa onnur felg eisini áhuga fyri leikaranum og tí verður kapping um undirskriftina. Søgurnar ganga um, at 07Vestur ynskir at fáa ein royndan málverja inn fyri málverjan Kristian Joensen, ið hevur skift til KÍ. Formaðurin í 07Vestur, Hendrik Olsen, váttar eisini fyri Norðlýsinum, at ynskiligt er hjá 07Vestur at fáa ein royndan málverja í hópin. Hann sigur, at felagið har vesturi hyggur uppá møguleikarnar, men vil ikki gera viðmerkingar til søgurnar um Ivan Stojkovic, sum tykist standa ovast á ynskislistanum hjá 07Vestur. Afturat hesum, so kundi ein gitt, at B68 hugdi eftir Ivani, tí toftamenn mangla eisini ein royndan málverja og har er neyvan nakar málverji, sum nýggi B68 venjarin Páll Guðlaugsson kennir betri, enn Ivan Stojkovic, sum hevur vart málið hjá TB næstan hvønn dyst undir leiðslu av Páll Guðlaugsson.
So fyribils tykist greitt, at ÍF fær kapping frá 07Vestur um Ivan Stojkovic, meðan tað ikki skal avskrivast, at B68 eisini er við í kappingini um málverjan. Hini liðini í Effodeildini hava øll royndan 1. málverja.
Í kvøld er longri samrøða við 07Vestur formannin Hendrik Olsen, sum greiðir frá ætlanunum hjá 07Vestur komandi ár.




