Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF fær nógvan styrk

Jákup Ósá

ÍF fer at kunngera tríggjar nýggjar leikarar í kvøld.

ÍF, sum endaði summar 7 í Effodeildini í ár, hevur ársveitslu í kvøld. Í lýsingini stendur, at nýggir leikarar vera kunngjørdir.

Í longri tíð hevur verið greitt, at B36 leikarin Adeshina Lawal skiftir til ÍF, hóast onkrir trupulleikar sigast hava verið við hesum skiftinum seinastu tíðina. NSÍ leikarin Andy Olsen hevur eisini leingi verið á veg til ÍF og í vikuni søgdu leysasøgur, at B68 leikarin André Olsen fór at skifta til ÍF. 
Sum skilst bendur alt á, at hetta vera teir tríggir leikararnir, sum ÍF fer at kunngera í kvøld á síni ársveitslu og síni heimasíðu. Spurningurin er so, um ÍF fer at seta navn á komandi venjarin, har serliga Jógvan Martin Olsen er nevndur í leysasøgunum. Tað er neyvan longu komið uppá pláss.