Høgni Madsen og Øssur Dalbúð vera við ÍF móti B36, meðan meira ivasamt er, um Jan Ellingsgaard fær spælt vegna skaða.
ÍF hevur tryggjað sær 2. plássið, so ivi hevur verið um, um teir fóru at taka útisetarnar heim til seinasta dyst, har ÍF sum so einki hevur at spæla fyri. Dysturin hevur stóran týdning fyri B36 og NSÍ, ið kappast um 3. plássið og milliónina, sum hetta gevur í penga kassan.
ÍF formaðurin Magnus Jørmundsson váttar fyri Norðlýsinum, at útisetarnir Høgni Madsen, Øssur Dalbúð og Jan Ellingsgaard koma heim til dystin. Einasta ivamál er, um Jan verður førur fyri at spæla eftir, at hann mátti út seinasta dyst við skaða. Tískil fær B36 neyvan nakran lættan dyst í Fuglfirði í morgin, har árstalsfelagið skal vinna fyri at vera vísir í, at teir tryggja sær Europa League luttøku.
Seinni í dag koma metingarnar av 27. Umfarinum út á nordlysid.fo




