ÍF tapti 3-0 í Belfast í kvøld og kunnu sostatt fara í summarferiu.
ÍF tapti 3-0 í Belfast í kvøld og kunnu sostatt fara í summarferiu.
ÍF tapti fyrra dystin í Føroyum 2-0 eftir at fuglfirðingar annars vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki avgjørdi Linfield og vann tann dystin 2-0. Tá manglaði ÍF fleiri leikarar í vanligu uppstillingini, tí hesir vóru farnir í feriu. Í kvøld staðfestu norðurírar so sín sigur og vunnu 3-0. Føroyska kappingin byrjar aftur 21. juli, so í mun til EB/Streym og møguliga HB og Víking, so fær ÍF nú møguleikan til eina stutta feriu.
Í landskappingini liggja fuglfirðingar væl fyri á 2. plássi og teir eru eisini tað liðið, sum í Norðlýsinum fríggjadagin fær mest rós fyri avrikið í fyrru hálvu av Effodeildini.




