ÍF boðar í nátt frá, at felagið hevur fingið nýggjan málverja í hópin.
Fyrr í vikuni segði nýggi ÍF venjarin Aleksandar Jovevic, at felagið helst skuldi hava ein málverja og ein miðverja afturat í hópin. Nú hevur felagið so funnið málverjan.
Les eisini: ÍF letar eftir málverja og miðverja
ÍF heimasíðan skrivar í nátt:
Tá kappingarárið í ár var av, gjørdist greitt at málmanslegendan Jákup Mikkelsen legði handskarnar á hillina. Vit gjørdu tá skjótt av, og longdu við Hallgrím, sum hevur verið fastur partur av okkara hópi í fleiri ár. Tó so, so er ein málmaður í okkara hópi ein ov fáur, og vit hava síðan leitað eftir einum, ið kann fylla hópin hjá okkum út.
Hann er nú funnin, og er valið fallið á 37 ára gamla serbiska málverjan Predrag Markovic, sum hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála. Predrag er ikki eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti, tí líka síðan 2005 hevur hann verið í Føroyum, har hann hevur umboðað TB, Skála, B71, AB, HB, Giza/Hoyvík og MB, sum hann var við at spæla upp aftur í næstbestu deildina í ár. Predrag er skrásettur fyri 91 dystur í fremstu deildini, umframt at hann hevur spælt 84 dystir í næstbestu deildini, síðan hann kom til Føroyar.




