Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF fyrireikingarnar ganga væl

Jákup Ósá

Fuglfirðingar hava góðar vónir um, at “super veteranarnir” taka eitt ár afturat.

Fuglfirðingar hava góðar vónir um, at super veteranarnir taka eitt ár afturat.

ÍF kemur til komandi ár at missa Jan Ellingsgaard, Hera Nesá, Høgna Madsen, Hanus Thorleifsson og Øssur Dalbúð í mun til seinnu hálvu í ár. Men slík útskifting er ikki óvanlig støða hjá fuglfirðingum, sum í fjør eisini mistu fleiri leikarar. Men tveir av lykla leikarunum frá kappingarárinum 2012 vera nú við aftur frá byrjan. Talan er um Dánjal á Lakjuni og Karl Løkin, har tann fyrri tó spældi nakrar dystir í seinnu hálvu í ár, men sum vegna m.a. skaða onkuntíð kom heilt á støðið, sum hann kann vera á.

“Super veteranar” taka helst eitt tørn afturat

43 ára gamli Jákup Mikkelsen og 37 ára gamli Bartal Eliasen hava seinnu árini ikki tikið støðu fyri komandi kappingarár fyrr enn ein tíð er farin. Optimisman í Fuglafirði er stór fyri, at teir taka eitt tørn afturat. Magnus Jørmundsson er formaður í ÍF, og hann letur væl at fyrireikingunum.

– Í mun til í fjør, so eru vit langt frammanfyri í fyrireikingunum. Í løtuni eru vit í samráðingum við fýra av okkara egnu leikarum og vónirnar eru góðar fyri at fáa hesar uppá pláss í nærmastu framtíð. Vit hava fingið Karl beinleiðis inn á plássið hjá Høgna. So tá vit nú hyggja eftir styrki, so er tað til sentrala miðvøllin og helst ein verjuleikara eisini. Men tað velst eisini um, hvat er møguligt at fáa á marknaðinum. Vit eru í løtuni bara eftir føroyingum í føroysku kappingini. Tað kunnu koma 4 leikarar inn, men eg trúgvi meira uppá 2-3 nýggjar leikarar, sum støðan sær út nú, sigur Magnus Jørmundsson.

Harleyfacadeacryl