Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF ger ikki meir

Jákup Ósá

Eingin leikari kemur til ÍF í dag ella í kvøld.

Eingin leikari kemur til ÍF í dag ella í kvøld.

Magnus Jørmundsson er kassameistari í ÍF. Hann sigur, at ÍF ger ikki meir á flytingar marknaðinum.

– Vit fáa ikki nakran leikara inn afturat hendan seinasta dagin. Søgurnar um Alex dos Santos er uppbygdar uttan at nakað var í tí. Viðv. Kristian Joensen, so hava vit verið í samband við NSÍ. Men tað var einans um Jákup Mikkelsen ikki bleiv tøkur. Og hann blívur tøkur, hevur hann meldað út, sigur Magnus við nordlysid.fo.

Hann sigur annars, at Margeir Toftegaard hevur skift til Víking. Men hann er ikki ein leikari, sum hevur fingið stórvegis spælitíð hjá ÍF seinastu árini. Í fjør spældi hann við B71 í seinnu hálvu.

Les eisini: 

B68, Skála og ÍF spurt eftir Kristiani

Harleyfacadeacryl