Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF hevur kært

Jákup Ósá

Brotið á fótbóltslógina í Fuglafirði í gjár sleppur nú at standa sína roynd á hægri stigi.

Brotið á fótbóltslógina í Fuglafirði í gjár sleppur nú at standa sína roynd á hægri stigi.

Norðlýsið skrivaði eftir fjórðingsfinaluna í Fuglafirði í gjárkvøldið, at stórt brot var framt á fótbóltslógina.

Les her: Kann ÍF krevja umdyst?

Víst var á, at dómarin í brotssparkskappingini hevði loyvt øðrum liðunum at hava fleiri leikarar við í brotssparkskappingini enn fótbóltslógin loyvir. ÍF hevði ikki loyvið at brúka fleiri enn 10 leikarar, tí Víkingur hevði fingið leikara útvístan og í eini brotssparkskapping skulu liðini luttaka við eins nógvum leikarum. Og tað var júst 11. leikarin hjá ÍF, ið gjørdist avgerandi fyri útfallið av dystinum.

Norðlýsið hevur vent sær til formannin í ÍF, Leif André Eliassen, og hann sigur, at leiðslan og fólk kring ÍF hava viðgjørt spurningin, og ein avgerð er tikin.

– Vit hava valt at kæra dystin, har vit vísa á hetta brotið, ið er framt í fótbóltslógini. Í kæruni krevja vit umdyst, sigur Leif André Eliassen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Sostatt skal aganevndin, sum liggur undir FSF, nú taka støðu til hendingina. At talan er um stórt og týðuligt brot á fótbóltslógina er neyvan nakar ivi um. Spurningurin er so, um talan kann blíva um umdyst, nýggja brotssparkskapping, framhald av brotssparkskapping ella um eingin ítróttarlig avleiðing verður. So seint sum í vetur sóu vit í hondbóltinum, at aganevndin har gav VB viðhald í eini kæru, har úrslitið bleiv ein umdystur, tí stór brot á reglurnar vóru framdar. Eisini í U19 landsliðshópi hava vit nýliga sæð, at lið hevur fingið viðhald frá UEFA í kæru, og tá slapp at skjóta brotsspark av nýggjum. Eisini tá var talan um brot á fótbóltslógina.