Tað er talan um søguliga vánaligt kappingarár hjá ÍF í ár.
ÍF hevur eftir 15 dystum fingið 6 stig og málmunin 11-37. Tað eru 28 ár síðani, at HB skoraði færri mál eftir 15 dystum og 13 ár síðani, at ÍF lat fleiri mál ígjøgnum. Tá minst 15 dystir hava verið í einum ári og vit rokna ein sigur um til 3 stig, so hevur ÍF ongantíð havt so fá stig í søgu felagsins. ÍF er ofta flutt niður og tí bendur alt á, at hetta eisini verður eitt slíkt ár.
Komandi umfar spælir ÍF móti NSÍ á heimavølli. Tá sita Pedro Anton og Bogi R. Petersen uttanfyri við leikbanni.




