Tað gjørdist ÍF sum vann stríðið um Eysturoynna í mansflogbólti, eftir at teir í gjár vunnu 3-0 í hálvfinaluni í steypakappingini í flogbólti. Dysturin var í Høllini á Hálsi í Havn.
Men tað var ikki uttan stríð. Nýggja liðið í EIK-liguni stríddist sum úlvur í skóg um hvønn bólt, og javni settmunurin próvar eisini hetta. Men í seinasta enda vóru tað nógvu royndirnar hjá ÍF í slíkum dystum, sum avgjørdu settini og endaliga úrslitið.
Settini endaðu 25-21, 25-23 og 25-21.




