Video: Ein av orsøkunum til, at KÍ misti takið móti ÍF eftir hálvan tíma var, at leikararnir fóru at missa alt ov nógvar bóltar á egnari hálvu.
Niðanfyri hava vit klipt ein grundleggjandi trupulleika seinasta korteri av fyrra hálvleiki. Trupulleikin er, at leikarar missa bóltin á egnari hálvu í uppspæli ella vegna óansni. Hetta førdi til, at ÍF kom inn í dystin og at enda kom á odda í fyrra hálvleiki.




