Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF knappliga partur av meistarastríðnum

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í ÍF fyrsta triðingin av Effodeildini.

ÍF liggur í løtuni á 6. plássi sum er sama pláss, sum liðið endaði á í fjør og sum er sama pláss, sum mong mettu ÍF at enda á í ár undan kappingini. Niðanfyri verður mett um ÍF avrikið fyrsta triðingin.

Toppskjútti:

1. Adeshina Lawal 5 mál

2. Bogi R. Petersen og Clayton Soares 3 mál

3. Andy Olsen 2 mál

Flest upplegg

1. Ari Ó. Ellingsgaard, Clayton Soares og Alex dos Santos 3 upplegg

Deyðbóltar fyri: 7

Deyðbóltar ímóti: 11

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

38 %: Adeshina Lawal og Clayton Soares (antin skorað ella lagt upp til 38 % av málunum hjá ÍF)

Besti leikari: Adeshina Lawal

Alt ov nógv mál eru farin ígjøgnum hjá ÍF til at kunna velja nakran verjuleikara ella sentralan miðvallarleikara. Tí stendur valið millum Adeshina Lawal og Clayton Soares, sum til tíðir hava spælt væl, men eins og aðrir eisini hava verið óstøðugir. Valið fellur á Lawal, ið hevur skorað 5 týdningarmikil mál fyri ÍF. Serliga avgerandi var hann, tá ÍF vann á HB og júst tann sigurin er tann sum ger, at ÍF er rættuliga væl fyri á stigatalvuni í løtuni.

Karakter til ÍF: 7

Var karakterur givin fyri fyri fyrstu 5 umførini, so hevði talan verið um botnkarakter. Men ÍF hevur reist seg seinastu umførini og sigurin á HB staðfesti, at fuglfirðingar ikki skulu avskrivast. 10 stig seinastu 4 umførini hava knappliga sent ÍF í meistarastríðið, tí bara 4 stig eru upp til nummar 1. Fleiri stórtap hava verið og ÍF hevur bara vunnið ein dyst móti topp 5 liðunum, men móti hinum liðunum hevur ligið væl fyri, og tað var bara í dystinum móti Skála, at ÍF setti stig til.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik