Tað bendur nógv á, at ÍF setur navn á nýggja høvuðsvenjaran fyri 2016 á ársveitsluni í kvøld.
Tað bendur nógv á, at ÍF setur navn á høvuðsvenjaran fyri 2016 á ársveitsluni í kvøld.
Norðlýsið skrivaði fyri eini tíð síðani, at ÍF hevði peikað Jógvan Martin Olsen út sum komandi høvuðsvenjara, og at hetta møguliga bleiv kunngjørt á ársveitsluni 3. oktober. Nú er 3. oktober og sum skilst er einki sum bendur á, at hetta er broytt. Tískil bendur nógv á, at ÍF í kvøld fer at kunngera, at Jógvan Martin Olsen komandi ár verður høvuðsvenjari hjá ÍF.
ÍF spælir sín seinasta landskappingardyst í dag móti føroyameistarunum úr B36.




