Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF leitar eftir málverja og miðverja

Jákup Ósá

Aleksandar Jovevic sigur, at ÍF skal longur upp á stigatalvuna komandi ár.

Aleksandar Jovevic sigur, at ÍF skal longur upp á stigatalvuna komandi ár.

ÍF hevur sett serbiska Aleksandar Jopvevic sum høvuðsvenjara fyri 2015. Aleksandar Jovevic hevur ikki roynt seg sum venjara í bestu deildini áður. Aleksandar hevur verið í Føroyum síðani 2003, tá hann kom til Skála. Árið eftir spældi hann við NSÍ, meðan hann í 2005 spældi við TB. Síðani 2006 hevur hann verið partur av ÍF og kennir sostatt felagið væl.

Væl fyrireikaðir

Tá vit spyrja nýggja ÍF venjaran, hvat vit kunnu vænta av honum og ÍF, so sigur hann, at ÍF skal vera væl fyrireikað og betri fyri til komandi ár.

– Burtursæð frá í ár, so hevur ÍF verið partur av oddinum í Føroyum seinastu árini og ofta luttikið í Europa. Liðið hevur verið í steypafinalum og tvær ferðir hevur liðið endað nummar 2 í landskappingini. Eg ynski sjálvandi, at vit skulu upp í toppin, men tað er trupult at siga um tað verður í ár. Topp 4-5 er kanska nøktandi, men vit skulu í øllum førum vera betri enn nummar 7, har ÍF endaði seinasta kappingarár. Uppgávan hjá okkum verður at vit fyrireika okkum væl og venja hart og rætt áðrenn kappingina. Vónandi fáa vit ikki so nógvar skaðar sum seinasta kappingarár. Í dystunum skulu vit spæla agressivt og stríðast fyri fuglfirðingum. Vit hava eisini fólkið til at sæpla góðan álopsfótbólt og mynda dystir, sum eg helst ynski. Men tað er tíðliga at siga nakað um tað enn, so vit mugu síggja, sigur Aleksnandar Jovevic.

Málverji og miðverji afturat

Venjarin hjá ÍF sigur at ÍF skal helst hava styrk á tveimum plássum afturat.

– Í miðverjuni hava vit Bartal Eliasen og so vóni eg, at Høgni Zachariassen verður tøkur eisini, hóast hann hevur verið nógv darvaður av skaða. Men har ynskja vit at fáa ein styrk inn afturat. Og til málmansplássið hava vit bara Hallgrím Hansen. Hann er ein fantastiskur málverji, men vit mugu hava tveir góðar málverjar, nú Jákup Mikkelsen er steðgaður at spæla. Tá hugsi eg eisini um venjing. Fyrst og fremst hyggja vit í Føroyum eftir styrki, sigur ÍF venjarin.

Víkingur, HB og KÍ

Tá vit spyrja Aleksandar um, hvørji lið hann væntar í toppinum næsta ár, so peikar hann á fleiri sterk lið.

– Eg vænti at Víkingur verður eitt sera sterkt lið hóast teir missa Hall Hansson. Teir hava spælt saman í nógv ár, vístu gott spæl seinasta kappingarár og fáa kanska meir styrk inn. Síðani er HB, sum hevur fingið Arnbjørn T. Hansen, sum kanska er ein leikari, sum teir hava manglað. Teir vera har uppi. Og so sær KÍ út til at taka tað rættuliga seriøst til næsta ár. Teir hava sett Mikkjal K. Thomassen sum venjara, og tað er eitt rætt val eftir mínum tykki. Hann vísti dygdir í B36. Men sjálvandi, so hevur eitt nú ein góð byrjan nógv at siga og tað er altíð ringt at siga hvussu tað fer at virka, tá ein nýggjur venjari kemur til. B36 er FM vinnari og skal sjálvandi takast seriøst og kann koma langt. Men teir hava mist teirra besta spælara í Adeshina Lawal, so vit mugu síggja, hvussu teir takla tað. NSÍ er eisini eitt gott lið. Har eru nógvur ungir leikarar, sum hava spælt saman leingi og sum kenna konseptið í felagnum. Men eg sigi Víkingur, HB og KÍ í topp 3 og so B36 og NSÍ beint aftanfyri. Og so vóna vit sjálvandi, at ÍF verður onkustaðni ímillum har. Helst í topp 4-5. Men enn er leingi til kappingarbyrjan, so nógv kann broytast og tí skal hatta takast við fyrivarni enn, sigur Aleksandar Jovevic við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl