Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF missir 4 leikarar

Jákup Ósá

Jan Ellingsgaard, Høgni Madsen, Heri Nesá og Øssur Dalbúð fara allir av landinum eftir TB dystin 18.august.

Magnus Jørmundsson er formaður í ÍF og hann váttar fyri Norðlýsinum, at ÍF missir fólk eftir TB dystin 18. august. Sostatt kann tað henda, at ÍF fer at vera nógv skert seinastu 7 umførini.

– Tað er rætt, at vit missa leikarar. Jan Ellingsgaard, Høgni Madsen, Heri Nesá og Øssur Dalbúð flyta av landinum. Men vit hava møguleikan til at flúgva teir heim til dystir, og tað verður so gjørt eftir tørvi og í samráð við venjaran. Tað veltst eisini eitt sindur um skaðar og leikbann, sigur Magnus Jørmundsson.


Clayton ivasamur

ÍF skal til Klaksvíkar at spæla móti KÍ í morgin. ÍF toppskjúttin Clayton Soares er ivasamur.

– Clayton vandi eina løtu við mikukvøldið og rann bara í gjárkvøldið. Eg veit ikki, hvussu tað verður í kvøld og dugi illa at meta um útlitini fyri, um hann spælir ella ikki. Annars hava Bartal Eliasen og Høgni Madsen leikbann, men hinir skuldu allir verið tøkir. Eg vænti nógvar fuglfirðingar til dystin, tí Summar Festivalurin hevur altíð verið vælumtóktur í Fuglafirði. Bæði liðini skulu vaska tapini av sær og stemningurin verður sum til steypafinalurnar vænti eg. Vónandi koppar tað okkara veg, sigur Magnus Jørmundsson við Norðlýsið.