Kanska besti leikarin hjá ÍF higartil í 2016 verður væntandi ikki við ÍF eftir summarsteðgin.
Miðvallarleikarin verður væntandi ikki við ÍF eftir summarsteðgin.
Bogi Reinert-Petersen fekk sín fyrsta A-landsdyst móti Kosovo fyri viku síðani. ÍF miðvallarleikarin hevur havt viðgongd seinastu tíðina og er millum miðvallarleikararnar í Effodeildini, sum hevur skorað flest mál. Fýra ferðir í 12 dystum hevur Bogi skorað fyri fuglfirðingar.
Men nú spælir hann skjótt sín seinasta dyst fyri ÍF á hesum sinni. Bogi váttar fyri Norðlýsinum, at tað liggur í kortunum í løtuni, at hann flytur til Danmarkar í summar, og tí verður dysturin móti Skála 24. juni væntandi hansara seinasti dystur.
ÍF liggur í løtuni á 6. plássi í Effodeildini, men hevur á pappírinum góðan møguleika at gera eitt gott hál áðrenn summarsteðgin, har ÍF møtir B68 (heima), TB (heima) og Skála (úti).




